Single Blog Title

This is a single blog caption

Elias aftur í málinum næsta kappingarár

Ungi og evnaríki gøtumaðurin Elias Rasmussen hevur skrivað undir 2 ára sáttmála. Sostatt heldur hann fram, sum málmaður í felagnum.

Elias hevur spælt 46 dystir í Effo deildini, og var hann serliga sjónlingur seinasta ár, sum fyrsti málmaður á besta liðnum. Elias hevði ein týðandi leiklut í góðu úrslitinum í Champions League og at vinna FM heitið.

Eisini hevur Elias umboða Víking á U17, U19 og U21 landsliðnum.

Víkingur eru fegin, um at Elias heldur fram og frøðist um, at Elias aftur verður at síggja í málinum næsta kappingarár .