Single Blog Title

This is a single blog caption

Gongur gott hjá U14 og U15 dreingum í Vildbjerg

U15 og U14 dreingir hjá Víkingi luttaka júst í hesum døgum í Vildbjerg Cup.

Ikki kunnu vit siga annað enn, at her gongur væl.
U15 dreingirnir hava vunnið allar sínar dystir, sostatt eru U15 í finaluni. Finalan verður í morgin.
U14 eru komnir víðari í bólkaspælinum. Teir vunnu fyrr í dag 1/8 partsfinaluna. Hesin dystur var sannur gysari. Vit vunnu 4-3, dysturin bleiv avgjørdur við brotssparkskapping. Kvartfinalan verður spæld seinni í dag.
Vit hugna okkum av sonnum eisini uttan fyri vøllin. Vit hava verið onkra útferð. Dreingirnir hava m.a. koyrt go-kart, hettar dámdi teimum, sum vera man, sera væl.

Myndirnar tala fyri seg: stemningurin er góður, hóast veðrið kann tykjast ivasamt og umskiftandi.