Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Effodeildin Adeshina Lawal hevur undirskriva sáttmála við Víking.

Adeshina Lawal hevur undirskriva sáttmála við Víking.

Lawal

Adeshina Lawal hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Føroyameistararnir úr Eysturkommunu.

32 ára gamli nigerianarin er ein skjótur, tekniskur og vandamikil harri frammanfyri málið. Lawal, sum hann verður róptur, hevur leikt fýra ár í Føroyski kappingini, har hann hevur 95 dystir og 44 mál á samvitskuni. Adeshina Lawal hevur somuleiðis leikt tveir dystir fyri B36 í Europa Leauge í 2014, har hann skoraði tvey mál. Áðrenn tað leikti Lawal í Danmark frá 2003 til 2013.

Víkingur fegnast yvir at knýtta roynda og dugnaliga leikaran at hópinum. Adeshina Lawal skal vera við til at halda Víking í toppinum í Føroyskum fótbólti.

Víkingur ynskir Lawal vælkomnan í felagið, og somuleiðis ynskja vit honum góða eydnu frameftir.

WLYV

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner