Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Tiltøk Hans Jørgin Djurhuus tekur enn eitt tørn.

Hans Jørgin Djurhuus tekur enn eitt tørn.

Hans Jørgin 2017 2018

Stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá Víkingi, Hans Jørgin Djurhuus, hevur valt at gaggurnar vera verandi á vøllinum.

Hans Jørgin Djurhuus og Víkingur hava longt um samstarvið fram til endan á kappingini í 2018. Sostatt kveistrar nýklakti føroyameistarin, Hans Jørgin, alt prát um at steðga sína fótbóltskarrieru til viks tey næstu tvey árini.

Hans Jørgin Djurhuus er ein undangongumaður, tá ið tað snýr seg um offurvilja og at vinna. Við sínum ótroyttiliga vilja og treysti, hevur hann gingið á odda fyri sínum liðfelagum og felagið. Hann gevur seg 110 prosent hvørja ferð.

Hans Jørgin Djurhuus hevur verið við frá byrjanini í Víkingi. Hann hevur havt ein høvuðsleiklut í ungu og stoltu søgu felagsins, har steypa- og Europa Leauge sigrar ikki eru ókendir gestir í felagnum. Føroyameistaraheiti kom, fyri fyrstu ferð, í hús, og tað tykist at Hans Jørgin Djurhuus hevur fingið tev fyri meira.

Ikki tykkum at siga, so er Hans Jørgin ein royndur harri. Hann hevur leikt 302 dystir í Effodeildini, Steypakappingini og í Europa samanhangi, og hann hevur gjørt 21 mál.

Víkingur ynskir Hans Jørgin tillukku við sáttmálanum og góða eydnu frameftir.

WLYV.

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner