Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Effodeildin Hans Pauli og Víkingur halda fram.

Hans Pauli og Víkingur halda fram.

Hans Pauli Samuelsen

Víkamaðurin, Hans Pauli Samuelsen, og Víkingur hava longt samstarvið við einum ári.

Royndi leikarin kom til Víking í byrjanini á júst farna kappingarárið. Hans Pauli er ikki hvør sum helst í føroyskum fótbólti. Við 456 dystum í bestu deildini, steypakappingum og ymiskum evropeiskum kappingum og 134 mál, harumframt fýra føroyameistaraheiti og fýra steypasigrar, er Hans Pauli ein av mest vinnandi fótbóltsleikarum í Føroyum í nýggjari tíð. Hans Pauli Samuelsen er ein av orsøkunum, at tað endiliga eydnaðist Víkingi at vinna FM-heiti. Við sínum royndum, bólt førleika og ikki minst, máltevi, hevur Hans Pauli verið við til at hækka botnstøðið á okkara liði, og hann hevur verið ein góður garantur fyri antin síðstu ella næstsíðstu málgevandi avlevering.

Víkingur fegnast yvir, at Hans Pauli hevur longt samstarvið. Nú er tíðin komin til at verja borg, og at Víkingur byrjar at setta nýggjar, ungar kreftir við á okkara flaggskip. Hans Pauli er ein umráðandi faktorur í okkara arbeiðssetningi í strembanini at náa nýggjum og spennandi málsetningum.

WLYV

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner