Úrslit

Kappingar

Tíðindaskriv










Heim Tíðindi Effodeildin Fyrsti sáttmáli hjá Bárður á Reynatrøð

Fyrsti sáttmáli hjá Bárður á Reynatrøð

DSC 0021

16 ára gamli Bárður á Reynatrøð hevur undirskriva ein tvey ára sáttmála við barndómsfelagið Víkingur.

Bárður er ein evnaríkur málverji, ið hóast sín ungan aldur er annar málverjin í Effo-hópinum hjá okkum. Hann bleiv fastur táttur av besta liðið eftir summarhálvuna í fjør. Undanfarna kappingarár vardi Bárður málið í 11 dystum í 1. deild.

At Bárður er ein evnaríkur málverji sæst eisini aftur í landsliðshøpi. Hann er ein fastur táttur av U17 liðinum, sum megnaði at spæla seg víðari til UEFA Elite Round í heyst. Bárður hevur leikt 14 dystir fyri U17-landsliðið.

Víkingur fegnast um, at Bárður á Reynatrøð hevur skriva undir við barndómsfelagið. Felagið vantar nógv av unga leirvíkinginum í framtíðini, og ynskir honum góða eydnu í framtíðini.


WLYV

Komandi dystur


Eingin dystur skrásettur!
Banner
Banner
Banner