top
logo

Komandi umfar

Vodafone-deildin 2010
Fríggjadagur, 27 Aug 2010
B68 - NSÍ 3-2
Sunnudagur, 29 Aug 2010
EBS - AB 6-0
B71 - HB 0-2
VÍK - B36 1-0
ÍF - FCS 3-1
Útgreina úrslit

Máltindur

Vodafone-deildin 2010
Sølvi Vatnhamar (VÍK)   10
Finnur Justinussen (VÍK)   5
Súni Olsen (VÍK)   5
Sam Jacobsen (VÍK)   4
Páll Klettskarð (VÍK)   4
Samla talva

Profilar

Tíðindaskriv











Heim Tíðindi Tiltøk Aðalfundur var mánakvøldið
Banner
Aðalfundur var mánakvøldið
Hósdagur, 25 Februar 2010 21:22

Mánakvøldið var aðalfundur hjá Víkingi. Sum til øll onnur tiltøk, sum Víkingur hevur skipað fyri, var undirtøkan góð. Á fundinum kom fram, at úrslitið fyri 2009 var gott, og á skránni var eisini nevndarval.

 

Eini 50-60 fólk vóru komin til aðalfundar mánakvøldið í Bovling. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali, og teir vóru Andreas Poulsen, Tórhallur Justinussen og Jógvan Júst Olsen. Andreas og Tórhallur vórðu báðir afturvaldir, meðan Jógvan Júst stillaði ikki upp aftur. Fyri hann bleiv Ólavur Thomsen úr Leirvík valdur í nevndina. Nevndin skipaði seg eftir fundin. Páll Gregersen er formaður, og Ólavur Olsen er varaformaður. Hinir limirnir í nevndini eru Hanna Olsen, Tórhallur Justinussen, Andreas Poulsen og Ólavur Thomsen.

 

Á fundinum kom eisini fram, at úrslitið fyri 2009 var rættiliga gott, umleið 380000 kr í yvirskoti. Tað er sjálvandi at fegnast um, men formaðurin Páll Gregersen legði í sínari formansfrágreiðing dent á, at tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri hetta góða úrslit, og at tað framvegis skal arbeiðast sera hart fyri at fáa eitt gott úrslit í 2010.

 
Banner

Komandi dystur

Týs, 14 Sep 2010 17:45 
Vodafone-deildin 2010
Víkingur
Víkingur
: AB
AB
(Sarpugerði)
Hagtøl um liðini
Møttust síðst tann, 29/05-2010
Vodafone-deildin 2010
AB - Víkingur   1:1
Banner
Banner
Banner

bottom

Copyright © Vikingur 2008.