top
logo

Komandi umfar

Vodafone-deildin 2010
Fríggjadagur, 27 Aug 2010
B68 - NSÍ 3-2
Sunnudagur, 29 Aug 2010
EBS - AB 6-0
B71 - HB 0-2
VÍK - B36 1-0
ÍF - FCS 3-1
Útgreina úrslit

Máltindur

Vodafone-deildin 2010
Sølvi Vatnhamar (VÍK)   10
Finnur Justinussen (VÍK)   5
Súni Olsen (VÍK)   5
Sam Jacobsen (VÍK)   4
Páll Klettskarð (VÍK)   4
Samla talva

Profilar

Tíðindaskriv











Heim Um Víking
Banner
Um Víking
Sunnudagur, 08 Februar 2009 23:36

Felagið Víkingur er ein samanrenning av feløgunum Gøtu Ítróttarfelag (GÍ) og Leirvíkar Ítróttarfelag (LÍF).

Tað var í fyrru hálvu av 2006, at fólk úr báðum feløgunum fóru at spæla sær við tankan, um tað ikki hevði verið skilagott at lagt feløgini saman til eitt felag. GÍ og LÍF hava samstarvað í nógv ár, og hevur hetta samstarv oftast havt góð úrslit við sær. Serliga verður her hugsað um ungdómsarbeiðið. Eisini eru krøvini, bæði ítróttarliga og umsitingarliga, herd nógv seinastu árini, og vísir tað seg at gerast truplari og tyngri at reka eitt lítið felag við høgum málsetningum.

Feløgini hildu tó, at tað var sera umráðandi at fara varisliga fram, og blivu feløgini samd um at brúka árið 2007 til at fyrireika eina møguliga samanlegging av feløgunum.

Á sumri 2007 bleiv settur ein bólkur við fýra fólkum ( tvey úr Gøtu og tvey úr Leirvík) at gera eitt uppkast av einari møguligari samalegging.

Tá ið bólkurin var liðugur við sítt arbeiði, varð tað lagt fram fyri feløgini og seinni fyri limirnar, og var her møguleiki at koma við viðmerkingum og spurningum. Atkvøðugreiðsla var eisini um feløgini skuldu leggja saman ella ikki, og meirliluti var í báðum feløgunum fyri at halda fram við ætlanini /arbeiðinum og soleiðis at leggja uppskot fram til endaliga støðutakan á fundi fyrst í januar 2008.

14. januar 2008 var so stovnandi aðalfundur í ítróttarhúsinum í Leirvík. Umleið 180 limir møttu til fundin. Nýggju viðtøkurnar fyri felagið vóru samtyktar, og nevnd vald. Samanlagda felagið GÌ / LÍF var ein veruleiki.


4. februar 2008 var so navnið á nýggja felagnum avdúkað. 18 uppskot vóru innkomin, og nevnd og limir vóru samd um, at VÍKINGUR var tað besta uppskotið.

Í februar mánaði bleiv eisini allmannakunngjørt, at nýggi liturin á búnanum hjá VÍKINGI er ljósabláur við svørtum buksum og ljósabláum hosum.

27. februar var nýggja búmerkið avdúkað á samkomu í Bygdarhúsinum í Leirvík. Fleiri uppskot vóru til búmerkið, og valdi nevndin búmerkið, sum í dag ímyndar felagið VÍKINGUR.

Felagið hevur í dag 600 limir.

 
Banner

Komandi dystur

Týs, 14 Sep 2010 17:45 
Vodafone-deildin 2010
Víkingur
Víkingur
: AB
AB
(Sarpugerði)
Hagtøl um liðini
Møttust síðst tann, 29/05-2010
Vodafone-deildin 2010
AB - Víkingur   1:1
Banner
Banner
Banner

Støðan

Vodafone-deildin 2010
   DF/A+/-S
NSÍ NSÍ2045:242140
HB HB2036:231338
EBS EBS2042:222034
4  VÍK VÍK2037:251234
ÍF ÍF2037:31634
B36 B362031:28327
B68 B682030:35-523
B71 B712016:46-3017
FCS FCS2022:41-1914
10  AB AB2024:45-2111

bottom

Copyright © Vikingur 2008.