Single Blog Title

This is a single blog caption

Liðskiparin og Víkingur halda fram

Atli Gregersen og Víkingur hava longt samstarvið við tveimum árum. Royndi leikarin hevur einans leikt fyri Víking (GÍ) í vaksnamannadeildini í Føroyum. 326 dystir í bestu deildini, steypakappingum og ymiskum evropeiskum kappingum og 19 mál. Við einum føroyameistaraheiti og fimm steypasigrum hevur Atli verið við til vunnið tað, ið vinnast kann í Føroyum.
Við sínum dygdum, mynduleika og hugburði var Atli Gregersen ein av berandi leikaranum til at vinna FM-heiti fyri Víking á fyrsta sinni.

Víkingur fegnast yvir at liðskiparin hevur longt samstarvið. Atli er ein týðandi viðleikari, nú fleir ungir leikarir gera seg galdandi á besta liðum og hevur eisini ein týðandi leiklut í at náa nýggjum málsetningum hjá felaginum.

WLYV