Single Blog Title

This is a single blog caption

Maurice Ross nýggjur venjari hjá Víkingi

Víkingur hevur í dag undirskrivað ein tvey ára sáttmála við Maurice Ross. 36 ára gamli Maurice er skoti, og var hann venjari hjá samanlagda liðinum úr suðri farna kappingarár.

Maurice Ross hevur nógvar royndir sum fótbóltsleikari og hevur verið yrkisleikari í fótbólt frá 2000 fram til 2013. Nevnast kann, at Maurice leikti við kenda skotska felagnum Glasgow Rangers í fimm ár. Venjarayrkið byrjaði í 2013 í norskum fótbólti, har hann var venjari í næst- og triðbesta deildini.

Víkingur ynskir Maurice Ross vælkomnan í felagið og somuleiðis góða eydnu.

WLYV