Single Blog Title

This is a single blog caption

Nú skal slagið standa !!

Í viðgongd og mótgongd, vit eru øll við

Vit hava brúk fyri tykkara hjálp?

Mínir spælarar hava leikt nógv í seinastuni, og nú hava vit brúk fyri tykkara hjálp, letur Bagge heilsa. Hann heldur at tað hevur ikki verið líka nógv rópt og larma í ár, sum seinasta ár. Men vónar at tað kemur at broytast.

Effo-liðið hevur brúk fyri, at vit hava fult skýlið til dystin móti Suðringunum, sigur hann. Um vit øll gera okkara, so skal tað nokk bera á mál:)

Um vit kunna fylla helvtina av Tórsvølli, so klára vit eisini at fylla Sarpugerð.

Okkara menn eru farnir at renna endaspurtin og hava brúk fyri tínari hjálp at náa á mál.

Vit hava øll stuðla okkara menn ígjøgnum alt árið, so latið okkum taka tað seinasta við, og møtið mannsterk at rópa á okkara menn.

 

Lat okkum møta fjølment sunnudagin kl 15

WLYV