Single Blog Title

This is a single blog caption

Sølvi Vatnhamar leingir við Víking

Sølvi Vatnhamar og Víkingur eru komin ásamt um nýtt samstarv. Sáttmálatíðarskeiði er fyri kappinarárið 2018 og 2019. Sølvi hevði eitt sera gott kappingarár í 2016, har hann var kosin ársins leikari. Við ótroyttiligum stríðsanda og framúr bóltspæli gekk Sølvi á odda í stríðnum um gullkrónina, og saman við liðfeløgunum eydnaðist tað honum at vinna FM-heiti á fyrsta sinni.

Sølvi Vatnhamar hevur leikt 313 dysir í bestu deildini, steypakappingum og ymiskum evropeiskum kappingum, og hevur skorað 59 mál. Sølvi hevur leikt 16 A-landsdystir fyri Føroyar, og vunnið eitt føroyameistaraheiti og fimm steypasigrar fyri Víking.

Sølvi er ein týðandi leikari fyri Víking og tí fegnast Víkingur at royndi leikarin hevur longt samstarvið.

WLYV