Single Blog Title

This is a single blog caption

Stuðulsrenning hjá Víkingi 2017

Mánadagin 11. september kl 18.00 í Gøtu 

Vit byrja við at hita upp saman kl. 18.00 
Øll íðkandi hjá Víkingi fara at renna so langt sum gjørligt í 30 minuttir. Øll onnur eru eisini vælkomin at renna við.

Hvat er stuðulsrenning? 
Stuðulin fer óskerdur til arbeiðið hjá VÍKINGI.

Hvussu kanst tú stuðla? 
Tú kanst játta teg til at gjalda oyratal fyri hvønn metur, ið navngivin rennari rennur í 30 minuttir. Hvør einstakur spælari, sum vendir sær til tín, veit áleið hvussu langt hon/hann er før/ur fyri at renna.

Hvussu nógv kanst tú koma at gjalda? 
Um tú t.d. játtar teg at gjalda 3 oyru fyri meturin, og rennarin er førur fyri at renna 2.500 metrar, verður upphæddin hjá tær at gjalda 2.500 x 0,03 = 75,- kr.

Lutakast: 
Øll tey sum renna eru við í lutakasti um 2×1000,- gávubræv frá Thomas Dam ítrótti, og øll tey sum stuðla eru við í lutakast um 3×1 sodavatnskassa frá Føroya Bjór.

Hvussu verður upphæddin goldin? 
Áðrenn farið verður at renna, skulu tey útfyltu oyðubløðini latast inn í Víkingahúsinum. Møta kl 17.30 og pappírini skulu latast inn í felagsrúminum áðrenn renningin byrjar. Oyðubløðini vera síðani send peningastovni við áheitan um at flyta upphæddina ið tygum skulu gjalda.

Heinta oyðublað HER