Screen Shot 2023 04 03 At 12.13.12
Tíðindi

Betri kvinnur leiktu javnleik

Betri kvinnur leiktu javnleik 2-2 í Gundadali ímóti B36 ⚽️
Málini hjá okkum skutu systrarnar Hjørdis og Mona Rasmusdóttir 🥳
Dysturin í dag var serstakur uppá fleiri mátar.
15 ára gomlu Jóhanna Gaard og Eydna Olsen Dalheim fingu sínar fyrstu minuttir í Betri deildini👏🏼
Jóhanna leikti allan dystin í málinum og Eydna kom inn miðskeiðis í seinna hálvleiki og vísti góðar taktir. Vit ynskja teimum til lukku við elddópinum 🥳
Somuleiðis spældu møðgurnar Maibritt Olsen og Eydna Olsen Dalheim sín fyrsta skrásetta dyst saman, sum er ein sera stór og serstøk hending 🤩 Vónandi koma tær at spæla nógvar dystir afturat saman 🥰
Í samband við eina støðu í fyrra hálvleiki, tá ið Durita Svensdóttir noyddist av vøllinum við skaða, ið tóktist sera álvarsligur, ynskja vit at takka B36 fyri alla hjálp. Somuleiðis ynskja vit Duritu góðan bata og vóna at síggja hana aftur á vøllinum skjótt. 🤍💙