Single Blog Title

This is a single blog caption

Tríggir Víkingar við á U17-landsliðnum við gentum

Í døgunum 8. til 17. oktober fer føroyska U17-landsliðið við gentum til Pólland, har fyrsta innleiðandi umfarið í EM-undankappingini verður á skránni.

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Durita Svensdóttir og Maria á Lakjuni frá Víkingi eru úttiknar. Víkingur ynskir teimum trimum tillukku við úttøkuni og góða eydnu við kappingini⚽️🇫🇴😊

Umframt Føroyar og Pólland, vera Sveis og Ukreina eisini við í kappingini.

Venjari hjá U17 gentunum er Jan Mølvad Laursen og Erik Ernesto Nielsen er hjálparvenjari