Felagið

VIÐTØKUR

Lógir fyri fótbóltsfelagið Víkingur

§ 1
Navn, heimstaður, stovnan

a. Navn felagsins er Víkingur.
b. Heimstaður felagsins er Gøta og Leirvík í Eysturkommunu.

c. Felagið er stovnað tann 14.01.2008, sum ein samanlegging av Gøtu Ítróttarfelag (GÍ), stovnað 29. oktober 1926, og Leirvíkar Ítróttarfelag (LÍF), stovnað 1. desember 1928 og endurstovnað 14. mai 1966.

§ 2
Endamál

Endamál felagsins er at virka til frama fyri øllum ítrótti í økinum. Felagið skal stimbra og styðja allan ítrótt og virka fyri góðum felagsanda. Serliga skal felagið virka fyri at siðmenna ungdómin og menna hann ítróttarliga.

§ 3
ÍSF
Felagið er limur í ÍSF.

§ 4
Fótbóltur

a. Felagið er limur í FSF og hevur sum slíkt skyldu at halda lógir og reglugerðir hjá FSF.

b. Felagið hevur skyldu at virða Laws of the Game ásettar av IFAB.

c. Øll trætumál millum felagið og lim, sum hava við lógir, reglugerðir, ásetingar og avgerðir hjá FIFA, UEFA og FSF at gera, kunna bert avgerast av gerðarrætti hjá FIFA, UEFA og FSF.
Tílík trætumál kunnu ikki leggjast fyri vanligu dómstólarnar.

d. Felagið hevur skyldu at halda grundreglurnar um loyalitet, integritet og góðan ítróttaratburð og reglur um Fair Play.

§ 5
Limaskapur

a. Øll, sum hava hug at stuðla felagnum, kunnu gerast limir. Íðkandi, íð eru 14 ár ella eldri,skulu verða limir í felagnum.

b. Limaskapur fæst við at tekna seg hjá einum starvsnevndarlimi ella hjá fólki, ið starvsnevndin hevur givið heimild til at tekna limir. Viðkomandi fær samstundis útflýggjaðar lógir felagsins.

c. Limir, ið
1) eru meira enn 1 ár í eftirstøðu við limagjaldi
2) bróta lógir felagsins
3) á annan hátt skaða umdømi felagsins
kunnu av starvsnevndini strikast sum limir. Strikaður limur kann leggja avgerðina fyri fyrst
komandi aðalfund.

d. Strikaður limur kann bert gerast limur aftur sambært viðtøku á aðalfundi.

§ 6
Limagjald og onnur gjøld

a. Ársaðalfundurin ásetur limagjaldið.

b. Árliga limagjaldið verður goldið í inniverandi ári og gjaldsáheitan skal sendast seinast 1. oktobur. Kravið fellur til gjaldingar seinast ein mánað, eftir at áheitan er send.

c. Bara limir, ið sambært dagførdum limalista hava goldið limagjald, hava luttøku- og atkvøðurætt á ársaðalfundinum og eykaaðalfundum.

d. Onnur gjøld móti íðkandi limum verða ásett av starvsnevndini.

§ 7
Ársaðalfundur

a. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

b. Ársaðalfundurin verður hildin í januar mánaði.

c. Ársaðalfundurin skal lýsast í bløðunum við í minsta lagi 14 daga freist.

d. Mál, ið ársaðalfundurin skal viðgera, skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 7 dagar áðrenn aðalfundin. Starvsnevndin hevur skyldu til at kunna limirnar um innkomin mál.

e. Ársaðafundurin skal í minsta lagi hava hesa skrá:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Støðutakan til luttøku- og atkvøðurætt sambært § 6 litra c
3. Ársfrágreiðing frá formanni
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
5. Val av starvsnevnd
6. Val av grannskoðara
7. Áseting av limagjaldi
8. Innkomin mál
9. Ymiskt

§ 8
Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur verður hildin:

a. Tá ið meirilutin í starvsnevndini krevur tað.

b. Tá ið minst 15 limir skrivliga venda sær til starvsnevndina og krevja eykaaðalfund. Limirnir skulu samstundis boða frá, hvørji mál skulu viðgerast á fundinum.

c. Lýsast skal í bløðunum seinast 8 dagar eftir avgerð í starvsnevndini (a) ella móttøku av áheitanini frá limunum(b).
Fundurin skal lýsast við minst 8 daga freist. Lýsingin skal nevna hvørji mál eru á skránni.

§ 9
Felags reglur fyri ársaðalfund og eykaaðalfund

a. Um hesar lógir ikki áseta annað, verða allar avgerðir á aðalfundi viðtiknar við vanligum meiriluta.

b. Atkvøðast kann ikki við fulltrú.

c. Allir limir, sum eru 14 ár ella eldri, hava atkvøðurætt.

d. Atkvøðugreiðslan skal vera skrivlig, krevja í minsta lagi tveir limir tað.

e. Skrivarin skrivar fundarbók, sum fundarstjóri og skrivari undirskriva.

§ 10
Starvsnevndin

a) Dagligu leiðsluna av felagnum hevur ein av aðalfundinum vald 6 manna starvsnevnd.

b) Starvsnevndarlimir verða valdir á aðalfundinum fyri 2 ár í senn. Valdir verða 3 limir annaðhvørt ár og 3 limir annaðhvørt ár.

c) Á fyrsta aðalfundi hjá tá GÍ/LÍF verða valdir 3 starvsnevndarlimir umboðandi GÍ og 3 umboðandi LÍF. Á sama aðalfundi verður lutakast, um hvørjir 3 nevndarlimir jbr. b) standa fyri vali á næsta aðalfundi.

d) Starvsnevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og skrivara. Starvsnevndin kann harumframt býta virksemi nevndarinnar í ábyrgdarøkir.

e) Til starvsnevndarlimir kunnu bert veljast fólk, ið eru 18 ár ella eldri.

f) Starvsnevndin skal halda í minsta lagi 4 fundir um ári. Fundirnir skula vera javnt býttir upp á árið.

g) Allar avgerðir í starvsnevndini verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi. Atkvøðast kann ikki við fulltrú.

h) Starvsnevndin er viðtøkufør, tá minst 4 nevndarlimir eru møttir. Fer talið av nevndarlimum niður um 4, hevur nevndin skyldu at kalla til eykaaðalfundar at velja nýggjar nevndarlimir.

i) Formaðurin kallar starvsnevndina saman, tá hann heldur tað vera neyðugt. Hvør einstakur starvsnevndarlimur kann krevja nevndarfund.

j) Starvsnevndin hevur í felag ábyrgd av, at fíggjarligu, ítróttarligu og umsitingarligu viðurskifti felagsins eru nøktandi handfarin. Viðvíkjandi fíggjarliga rakstrinum skal starvsnevndin í minsta lagi syrgja fyri:
1) at fíggjarætlan verður gjørd
2) at øll útreiðsluskjøl og inntøkuskjøl verða bókað
3) at limagjøld og allir ágóðar felagsins verða kravd inn
4) at dagført bókhald altíð er til taks
5) at roknskapurin verður grannskoðaður

k) Starvsnevndin kann seta stjóra at taka sær av dagligu leiðsluni av felagnum.

l) Starvsnevndin kann velja undirnevndir fyri 1 ár í senn. Minst 2 limir skulu veljast í undirnevndirnar. Starvsnevndin ger arbeiðssetning fyri undirnevndirnar. Starvsnevndin kann avtaka undirnevndir.

m) Skrivarin syrgir fyri, at frásøgn frá virki starvsnevndarinnar verður skrivað í gerðabók.

§ 11
Roknskaparár

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

§ 12
Grannskoðan

Ársaðalfundurin velur ein grannskoðara, sum skal vera statsautoriseraður ella skrásettur. Hesin skal grannskoða roknskapin og vissa seg um, at ognir felagsins eru til. Hann hevur rætt, so ofta hann vil, at síggja felagsins gerðabók, bøkur, skjøl og roknskap og telja kassapeningin. Ársroknskapurin skal vera latin starvsnevndini áðrenn ársaðalfundin.

§ 13
Lógarbroyting og samanlegging

Til viðtøku av lógarbroytingum og viðtøku um samanlegging við annað felag krevst, at minst 2/3 av møttu limunum á aðalfundi atkvøða fyri.

§ 14
Tekning, veðseting og ábyrgd

Formaðurin saman við einum øðrum starvsnevndarlimi tekna felagið. Til lántøku krevst samtykki frá starvsnevndini. Keyp, søla og veðseting av føstum ognum krevur aðalfundarsamtykt. Limir felagsins ábyrgdast ikki persónliga fyri skyldum felagsins.

§ 15
Avtøka

Avtøka av felagnum krevur, at minst 2/3 av øllum limum felagsins atkvøða fyri avtøku á aðalfundi. Er ikki nóg stórur meiriluti fyri avtøku, verður hildin nýggjur eykaaðalfundur í seinasta lagi 30 dagar seinni. Tá kann avtøka viðtakast, um minst 2/3 av møttu limum atkvøða fyri.
Verður felagið avtikið, fella ognir felagsins til Eysturkommunu, sum skal nýta tær til frama fyri ítróttin í økinum.

Viðtikið á felags aðalfundi tann 14. januar 2008

Samstundis fara gomlu lógirnar hjá GÍ og LÍF úr gildi.
Feløgini GÍ og LÍF eru hervið samanløgd.