Rawpixel 1135763 Unsplash
Tíðindi

Arbeiðsdagur 2023

Set X í kalendaran 25. februar, tá ið árligi arbeiðsdagurin verður 🛠️🪚🪜
Byrjað verður við morgunmati kl. 9.00 í Sarpugerði og síðani fara vit til verka, bæði í Gøtu og Leirvík, har bæði húsini og vallirnir troyngjast til at fríðkast eftir ein harðan vetur 🤩
Vit fara at mála, vaska, smíða, rudda o.s.v., og har finnast heilt sikkurt uppgávur passandi til øll - stór og smá, kvinnur og menn ☺️
Tað er nokk at taka hond í, og vit hava brúk fyri øllum kreftum. Uppmøtinginin plagar altíð at vera góð, og hetta plagar at vera ein hugnaligur og góður dagur fyri felagskapin, so vónandi síggjast vit 🤩💪🏻
Nevndin